Um tíggju tíðina í morgun fann ein bátur ein bólk av springarum norðanfyri Kollafjørð, nærhendis landsfjósið hjá Landsverk.
- Teir gingu við fullari ferð norðureftir, so eg bað teir reka teir til Hvalvíkar. Annars hevði Kollafjørður eisini verið eitt boð, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Sýslumaðurin sigur, at tað verður upplýst fyri honum, at talan er um ein hampiligan stóran bólk av springarum.