Í hesi vikuni er fjórðings øld liðin, síðani fyrstu næmingarnir fóru í skúla í Eysturoyar Studentaskúla og HF skeiði. Mánadagin 13. august vóru 25 ár síðani Sámal í Skorini tók við rektarastarvinum, og Sámal er framvegis rektari.
Fyrstu árini var skúlin við Gøtugjógv, har deild av HF skeiðnum í Klaksvík hevði verið í tvey ár, og síðani 1993 hevur hann verið á Kambsdali. At studentaskúli varð settur á stovn í Eysturoy var avleiðing av menningini í sjeyti árunum og harvið ógvusliga vøkstrinum í áhuganum fyri at ganga í miðnámsskúla. Næmingatalið í Hoydølum eksploderaði, og serkunnleikin mælti politiska myndugleikanum til at studentaskúli varð settur á stovn í Eysturoy.
Tað er nógv vatn runnið í ánna frá tí, at politiska avgerðin varð tikin um skúlan í Eysturoy og til trygga stovnin í og við tí góða umhvørvinum á Kambsdali.
Sámal í Skorini er føddur 19. september í 1952. Hann var sostatt ikki fyltur tredivu, tá ið hann gjørdist rektari. Burðurin var tungur. Fleiri umsøkjarar til rektarastarvið, skriving og politisk øsing og endurlýsing, áðrenn 29 ára gamli havnarmaðurin, sum í Århus hevði lokið embætisprógv í evnafrøði og alisfrøði, varð settur í starvið. Sámal og tey fluttu úr Klaksvík, haðani konan, Maria, er ættað, og til Søldarfjarðar at búgva, og hann halgaði seg fult og heilt uppgávuni at fáa skúlan upp á føtur.
Avbjóðingin var stór. Í tíggju ár var tað stórt politiskt stríð um, hvar skúlin skuldi verða bygdur. Gøta, Kambsdalur, Runavík, Søldarfjørður, Millum Fjarða og Leirvík vórðu nevnd. Bygdarleiðir vóru ikki til, Leirvíkstunnilin var ikki bygdur, og rektarin setti seg í sambandi við busseigarar um at koyra næmingarnar til og frá bygdunum í oynni og norðastu bygdunum í Norðstreymi og til Gøtugjáar. Ferðaseðlarnir vórðu seldir á skrivstovuni í skúlanum, inntil bygdarleiðir, sum skúlin og rektarin kunnu sigast at hava verið við til at slóða fyri, komu í fasta legu miðskeiðis í áttati árunum.
Áhugin fyri at sleppa í skúlan hevur verið stórur og vaksandi. Nú eru – íroknað HF skeiðið í Klaksvík – 275 næmingar og 39 lærarar í skúlanum. At fáa skikkaðar lærarar at undirvísa úti á bygd var ikki bara sum at siga tað. Fyrstu árini vóru nógvar útskiftingar í starvsfólkaliðnum og okkurt árið var neyðugt at lesa meiri enn helmingin av tímunum á donskum.
Stríðið fyri at fáa tak yvir høvdið var støðugt. Eitt skifti varð hildið til í sjey ymiskum hølum við Gøtugjógv – í 1889 og 1929 skúlabygningunum, bygninginum sum varð bygdur omaná svimjihylin, í kommunala skúlanum, har Petur Eli Mikkelsen, skúlastjóri, sáli, var eldhugaður stuðul hjá rektaranum, og niðanfyri vegin í húsunum hjá Halduri, garaguni og í Losjuni.
Tá ið avgerðin um at byggja skúlan á Kambsdali endiliga varð tikin, skolaði kreppan yvir samfelagið. Tað bar sparingar við sær, og studentaskúlin á Kambsdali man vera besta dømið um kreppubyggjarí. Tað bøtti um, tá ið tað seinni eydnaðist rektaranum at fáa játtan til skúlahøll og góða sangstovu.
Hóast nógvan turbolens í hølisspurninginum og fyrstu árini nógvar útskiftingar í starvsfólkaliðnum, so hevur tað altíð verið aðaleyðkenni fyri skúlan, at trivnaðurin millum næmingar, lærarar, starvsfólk annars og leiðslu hevur verið stak góður. Eingin ivast í, at rektarin øll 25 árini hevur átt størsta lutin í hesum. Sámal er fyrikomandi og áhugaður í skúlanum, starvsfólkunum og næmingunum. Hann hevur innlit og áhuga í samfelagsviðurskifti í breiðasta týdningi. Hann hevur myndugleika, hann er altíð at hitta, og hann er væl umtóktur.
Í umsitingini og hjá politiska myndugleikanum eigur tað sjálsagt at hava nógv at siga, at tað er royndur rektari, sum veit alt um studentaskúlaskipanina, og at eiga skúlaleiðslu, sum tað ongantíð hevur verið neyðugt hjá at biðja um játtan á eykafíggjarlóg.
Sámal hevur ættarbond á Eiði, og nú eru nøkur ár síðani, at familjan flutti til Eiðis at búgva. Seyðahald er stóra frítíðarítrivið hjá honum, og á Kambsdali plaga tey at skemta sær við, at rektarin hevur hægsta starv í Føroyum. Sámal er røktingarmaður á Slættaratindi!
J