Relativt ringasta tapið í einari undankapping

Føroyar hava ofta tapt meir enn 1-2, men mett í mun til mótstøðuna er talan um ringasta tapið nakrantíð

Aftaná at hava tikið pulsin millum tey sum eru innaliga í fótbóltssøgu og fótbóltshagtølum má staðfestast, at 1-2 tapið ímóti Malta er - mett í mun til styrkina á mótstøðuliðnum - tað ringasta tapið hjá føroyska landsliðnum í einari undankapping nakrantíð.

 

 

Tey fimm ringastu tapini hjá føroyska landsliðnum í søguni, mett í mun til styrkina á mótstøðuliðnum eru hesi:

 

 

2019 (EM) Malta-Føroyar 2-1

1998 (EM) Estland-Føroyar 5-0

1992 (HM) Føroyar-Kýpros 0-2

2006 (EM) Føroyar-Georgia 0-6

2005 (HM) Føroyar-Kýpros 0-3

 

Føroyar hava tapt stórt í øðrum undankappingardystum, men tá hevur verið talan um sterk landslið. Malta árgang 2019 er avgjørt veikasta liðið Føroyar hava tapt dyst ímóti í einari undankapping tey 29 árini Føroyar hava spælt undankappingardystir.