Relieffið av Ainu Cederblom, sum hevur hingið á Vevskúlanum síðani 1983, ið Fridtjof Joensen gjørdi, hevur verið í Danmark á Skulpturstøberiet til munandi umvælingar.
Tað er nú sett á metalplátu, sum er løgd við blaðgulli, og sett upp aftur á Vevskúlan. Tað var Sjómannadagurin, sum saman við Klaksvíkar kommunu, ið tóku stig til umvælingina í sambandi við, at Fridtjof Joensen í fjør hevði fylt 100 ár.
Tá ið standmyndina "Kvinna við róðrið", sum Fridtjof Joensen hevur gjørt hugskotið til, varð reist á 100 ára føðingardegi hansara 3. september 2020, var Jørn Svendsen, frá Skulpturstøberiet í Svendborg í Klaksvík. Hann hevur verið við til at stoypa standmyndina. Tá ið hann sá relieffið, sum tá vóru ætlanir um at umvæla, kom hann við tí skilagóða hugskotinum, at hann skuldi taka relieffið við sær í bilin niður aftur til Danmarkar og umvæla tað á verkstaði sínum.
Hetta hevur verið drúgvført arbeiði við m.a. næmingum hjá honum, sum hava skrásett hvønn smálut og fingið teir fluttar yvir á eina metalplátu, sum er løgd við blaðgulli. Sera snøgt arbeiði og verður vónað at veðrið ikki berjir hetta fína gullið av aftur - men sera gott sær tað út!
Karl Heri Joensen saman við Jørgin Ellingsgaard hava staðið fyri at fáa verkið upp aftur at hanga á Vevskúlanum, sum varð framt í verki í gjár.
Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar kommuna og Norðoya Listafelag hava stuðlað umvælingini.
Tey á Faroe Ship hava verið sera lagalig við flutninginum av listaverkinum til og frá Danmark.
Relieffið er rættiliga komið til heiður og æru og prýðir væl um á Vevskúlanum við síni serligu søgu um Ainu Cederblom, sum kom higar einsamøll við lítla bátinum, Rospiggen II í 1933.
Næsti leikum man nú verða, at veita bátinum, sum enn er í Klaksvík, betri innivist og at tær ábøtur, hann hevur fyri neyðini, verða gjørdar.
Orð og myndir: Dávur Winther
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##