Annað umfar hevur verið í FM kappingini í dart. Remy G. Hansen og Petur Thomsen vunnu hvør sína kapping. Remy G. Hansen strýkur avstað á stigatalvuni, har hann hevur næstan tvífalt so nógv stig sum Petur Thomsen á øðrum plássi.
Les eisini: (1. umfar) Remy og Hans Eivid raktu best
Petur Thomsen vann annars A-Cup kappingina hjá monnum við sigri á Remy G. Hansen í finaluni. Í seinnu kappingini, har tað bara eru endaspælsdystir, endaðu favorittarnir Remy G. Hansen og Bárður Olsen í finlauni. Her vann Remy G. Hansen.
Remy G. Hansen hevur longu vunnið sær 98 stig í FM kappingini, meðan Hans Eivid Olsen, Bogi Isaksen, Bárður Olsen og Petur Thomsen elta hann við millum 56 og 46 stigum.
Hjá kvinnunum vunnu Annika Joensen og Gunnbjørg Dam hvør sína kapping. Gunnbjørg Dam og Eyðna Olsen hava báðar 18 stig í oddinum í FM kappingini.
Stigatalvan menn:
1. Remy G Hansen 98 (stig)
2. Hans Eivind Olsen 56
3. Bogi Isaksen 56
4. Bárður Olsen 47
5. Petur Thomsen 46
Stigatalvan kvinnur:
1. Eyðna Olsen 18
2. Gunnbjørg Dam 18
3. Birthe Sikivat 12
4. Annika Joensen 12
5. Sofía Rasmussen 10
6. Elisabeth Nicolajsen10