René bjargaði EB/Str. eitt stig

EB/Streymur - Víkingur 0-0 (0-0)

René Tórgarð varð dagsins spælari við Margári í lands­kappingar og steypa­dyst­inum millum EB/Streym og Víking. Gestirnir høvdu uppi­borið betri, men René vildi tað øðrvísi.
Víkingur hevur fingið sítt fyrsta stig á útivølli í hesum kappingarárinum. Tað skuldi eftir øllum at døma verið nakað at fegnast um, men í Víkingi iðra tey seg heldur um at tað ikki bleiv til trý stig. Víkingur var greitt omaná á leikliga og hvat mál møgu­leikum viðvíkur.
Størsta møguleikan í dyst­inum Kaj Leo Í Bartals­stovu, tá dómarin metti, at bólturin kom á hondina á Egil á Bø inni í brotsteiginum. René hevði lúrt Kaj Leo av og fór til sína vinstru síðu og bjarg­aði.
Gjøgnum allan dystin var Víkingur omaná á. Teir høvdu 18 royndir at mál­inum hjá EB/Streymi og tíggju av teimum raktu málið. Hin­vegin, so hevði EB/Streym­ur 14 royndir at málinum, men bara fýra av teimum vóru á mál.
Størsti brennivargurin var tann annars so málsøkjandi áleyparin Finnur Justinussen. Hann hevði seks royndir og nakrar av teimum vóru úr góðari støðu, men antin rakti hann ikki málið ella bleiv bjargað á strikuni av René ella verjuspælarum.
Fyri fyrstu ferð síðani 10. apríl kom Arnbjørn Hansen á vøllin aftur, eftir at hava verið skaddur í knænum. Tað var um reppið, at hann avgjørdi dystin, men skotið fór framvið málinum.
– Eg skuldi havt rakt málið, segði hann eftir dystin og fegnaðist um at hann nú kundi spæla aftur.
Venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe, legði ikki fingrarnar í millum og kallaði avrikið leygardagin sum eitt tað vánaligasta hjá EB/Streymi í ár. Hann fegnaðist tó um góðu gongdina sæð yvir teir seinastu dystirnar.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi helt at teir høvdu uppiborið at vunnið.
– Eg haldi kki at eg taki nakað frá EB/Streymi ella leggi nakað til hjá okkum, tá eg sigi at vit áttu at havt vunn­ið dystin í dag, sigur Jógvan Martin Olsen.
Av tí at talan eisini var um steypadyst, so var brots­sparks­kapping eftir dystin. Hana vann EB/Streymur.