René Tórgarð stendur í mál

Tað verður René Tórgarð, sum stendur millum føroysku stengurnar, tá Føroyar og Italia spæla á Tórsvølli í kvøld. Jákup Mikkelsen er skaddur, og ikki tøkur. René fekk boðini fyrradagin

– René Tórgarð hevur fingið seg royndan í altjóða høpi sum málverji hjá EB/Streymi. Hann spældi millum annað tveir frálíkar dystir í summar í Europe League. Hetta verður ikki ein fullkomiliga ókend uppgáva hjá honum. Einaferð skal verða fyrstu ferð á landsliðnum, segði Brian Kerr, landsliðsvenjari, á tíðindafundi ígjár.
Atli Gregersen, sum væntandi fer at spæla í miðverjuni, hevur fult álit á René Tórgarð.
– Hann hevur staðið seg væl í EB/Streymi hetta kappingarár, og hann hevur verið sera væl fyri undir venjingunum seinastu dagarnar. Ein føroyskur landsliðsmálverji skal hava fýra bjargingar í serflokki, um Føroyar skulu fáa nakað sum helst burturúr, og tað ivist eg ikki í, at René Tórgarð fer at hava, sigur Atli Gregersen.
Tað er framvegis ikki greitt, um Jákup Mikkelsen verður tøkur til landsdystin í Serbia í næstu viku.
Kristian Joensen, sum er mál­verji á U21-landsliðnum, verður eyka­málverji í morgin.

Lítlibaggi David móti Goliat
Tað verður ikki David móti Goliat, tá Føroyar spæla móti Italia á Tórsvølli í kvøld. Tað verður lítlibeiggi David móti Goliat.
Tað sigur Brian Kerr, lands­liðs­venjari.
– Vit skulu spæla upp til okkara allarbesta og hava neyðuga hepnið, um vit skulu sleppa heilskapaðir frá dystinum. Italia er oddalið í bólkinum og vann á verandi heims­meistarunum, Spania, í venj­ingardysti í summar.
– Teir hava eitt lið í serflokki, og tað skulu vit fyrireika okkum uppá, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.
Atli Gregersen heldur, at tað føroyska liðið skal fremst av øllum sleppa undan einari ræðuligari byrjan.
– Italia fer helst at leggja fyri sum eitt óløgi. Hóra vit undan fyrstu løtuna, og samstundis spæla okkum upp, eru góð líkindi fyri, at vit fáa eitt gott úrslit, sigur Atli Gregersen. Hann vil tó ikki siga ítøkiliga, hvat er eitt nøktandi úrslit í morgin.
– Eitt gott úrslit er altíð at vinna, men umstøðurnar eru øðrvísi í morgin, sigur Atli Gregersen.
Jákup Mikkelsen og Arnbjørn Hansen verða ikki við í hópinum í kvøld. Teir eru skaddir.