Í morgun fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Leynatunlinum.
Talan var um ein bilførara, sum hevði rent í veggin á tunlinum, vinstrumegin.
Tá ið løgreglan kom á staðið, fekk hon illgruna um, at rúsdrekka var uppi í, so blóðroynd varð tikin av bilføraranum.
Hann var einsamallur í bilinum og slapp annars snikkaleysur frá óhappinum.