Ein maður var handtikin í nátt í miðbýnum í Havn. Maðurin kom koyrandi eftir Tvørgøtu og rendi á ein parkeraðan bil.
Tá løgreglan kom á staðið, fekk hon illgruna um, at maðurin var ávirkaður og valdi at taka mannin út á Landssjúkrahúsið at taka eina blóðroynd. Maðurin verður væntandi skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Annars sigur vakthavandi, at náttin hevur verið friðarlig.