Rendi upp í reyvina á einum lastbili

Løgreglan veit ikki hví ein bilførari ikki steðgaði áðrenn tað brast

Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi á ferjuleguni á Gomlurætt. Óhappið hendi, tá ið ein persónbilur kom oman á ferjuleguna og koyrdi í bilaraðið, har bilarnir, sum skulu við Teistanum, standa. Men onkusvegna endaði tað við, at hann rendi upp í reyvina á einum lastbili, sum stóð beint framanfyri í bilaraðnum.

 

Løgreglan veit ikki, hví hann rendi upp í reyvina á lastbilinum, um hann metti avstandin skeivt, ella um hann bara ikki ansaði eftir. Lastbilurin fekk ikki nevnivert av skaða, men persónbilurin fór so illa, at hann mátti verða standandi á ferjuleguni.

 

Á summarfestivalinum í Klaksvík, fekk eisini ein bilur skaða, men tað var eitt óhapp. Onkur fór upp um eitt jarnstakitt, sum stendur r undan um festivaløkið, men stakittið koppaði og kom á ein bil, sum fekk skaða. Løgreglan veit ikki, hvør tað var, sum kleiv upp um stakittið, men tey siga, at summarfestivalurin er tryggjaður, so bileigarin fær skaðan gjørdan aftur