Rendu í tunnilsveggin


 

Sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp í Leirvíkstunlinum, har førarin var fullur. Tað kundi havt álvarsamar avleiðingar.

Á veg til Leirvíkar missir førarin tamarhaldið á bilinum, sum fer út í tunnilsveggin. Bilurin fekk stóran skaða, men teir báðir menninir sluppu væl frá óhappinum. Førarin sat í trygdarbelti, men hin sat óvardur og endaði á baksetrinum av stoytinum. Bilurin er vrak, so teir vóru hepnir.

Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at førarin, ið er 19 ára gamal, hevði høgt innihald av alkoholi í blóðinum. Hann missir tí óivað koyrikortið.