Rene er á veg til Skive

Føroyski Brøndby spælarin skal eisini royndarvenja í Roskilde

Undan jólum varð tað greitt, at Rene S. Joensen næstu mánaðirnar ikki fer at venja og spæla við Brøndby, sum hann er sáttmálabundin at.

Brøndby og Rene S. Joensen hava verið samd um, at tað var best fyri báðar partar, at vongverjin varð leigaður út til eitt felag í næstbestu deildini. Um tað eydnast, so fer tað at bera størri sannlíki fyri dystarvenjing á hægri støði við sær.

Í dag fór Rene S. Joensen til Jyllands. Kósin er sett ímóti Skive, har hann teir báðar næstu dagarnar fer at royndarvenja, veit umboðsmaðurin Simon Friis at siga.

Fyri bold.dk sigur Simon Friis, at 20 ára gamli Rene S. Joensen umframt at venja í Skive eisini skal royndarvenja í FC Roskilde.  Har fer hann at royndarvenja mikudagin.

-Skaðin, sum Rene var plágaður av i heyst, var orsøk til, at hann ikki fekk vant og spælt. Nú er hann aftur á vøllinum, og nú er tað týdningarmikið, at hann fær dystarvenjing, sigur Simon Sriis við bold.dk.