René flytur til Klaksvíkar

KÍ hevur skrivað undir sáttmála við René Shaki Joensen

Tað ljóðaði síðsta heyst, tað ljóðaði í summar, og nú í heyst hevur søgan av álvara fingið bein at ganga á.

 

Og nú er tað púra vist. René Shaki Joensen hevur skrivað undir sáttmála við KÍ. Hann hevur biðið liðfeløgunum í HB farvæl, og tað er bara ein spurningur um tíð, nær avtalan millum hann og KÍ verður kunngjørd. Nordlysid.fo segði seg fyrr í dag at vita, at sáttmálin er á veg, og in.fo veit, at tað bara er ein spurningur, nær sáttmálin verður undir skrivaður.

 

Landsliðsmiðvallarin kendist leingi vera úti í kuldanum í HB, tá ið Jens Berthal Askou í fjør var venjari, og HB vann greipina. Tá var  var René nógv minni á vøllinum, enn góðu fótbóltsevnini løgdu upp til.

 

René vildi fegin sleppa úr HB, og KÍ var framvið, men landsliðsspælarin helt fram í HB, sum hann var sáttmálabundin at fram til kappingarlok í 2022.

 

Eydnan hjá René var tað, at HB beinanvegin eftir ársskiftið skifti venjara. Jonas Dal Andersen var nýggjur venjari, og bæði undir hansara leiðslu og síðani Kevin Schindler tók við í summar, hevur René verið drúgvur partur av liðnum, og í heyst var hann sjálvskrivaður í landsliðshópinum.

 

28 ára gamli René Shaki Joensen hevur spælt 86 dystir í bestu landskappingini, 13 dystir í kappingini um løgmanssteypið, tveir stórsteypadystir og 11 dystir í Europa. Nýggi KÍ spælarin hevur verið 31 ferðir á landsliðnum, har hann hevur skorað trý mál.

 

Í Føroyum hevur René Shaki Joensen higartil bara umboðað HB. Hann hevur spælt við Grindavík í Íslandi, og í Danmark hevur hann spælt við Vendsyssel FF og Brøndby IF. ­­­