René loysir allar KÍ trupulleikar

Vinstri vongverjin skoraði í seinna hálvleiki sigursmálið í Runavík, har intensiteturin og grammleikin var toppdysti verdugir undir torførum umstøðum

Tað endaði 2-1 til gestirnar, tá ið toppliðini, sum høvdu fulla úrtøku við sær á vøllin, í kvøld dystaðust í Runavík. Sigurin ber við sær, at KÍ eftir fyrsta triðingin framvegis hevur fulla úrtøku, og at klaksvíkingar nú eru trý undan NSÍ.

 

Sigursmálið skoraði René Shaki Joensen, tá ið tað restaðu átta minuttir. Fínt álop í høgru endaði við, at Patrik Johannesen legði bóltin til handara stólpa, og har var tað vongverjin í vinstru René Shaki, sum úr stuttari fjarstøðu potaði bóltin í málið. Páll A. Klettskarð fekk fatur á bóltinum og spældi til innskifta Mads Bo Mikkelsen, sum legði bóltin fyri føturnar á Patrik Johannesen.

 

NSÍ royndi at spenna álopsbogan síðstu minuttirnar, men tá var KÍ væl skipað í verjuni, og tað eydnaðist ikki heimaliðnum at vinna upplagda málmøguleikan og harvið enn einaferð at javna.

 

-Hetta var harður dystur at spæla og góð reklama fyri føroysku kappingina. Umstøðurnar vóru ikki so góðar til polerað, og tí var tað rættiliga fysiskt, uttan at tað var ónt á vøllinum, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen í samrøðu við Televarpið, og hann heldur fram:

 

-Vit høvdu tak á spælinum í fyrra hálvleiki, tá ið vit høvdu vindin undan, og tá høvdu vit møguleikar. Og so hevði eg góðan møguleika at skora beinanvegin eftir steðgin, og eg iðri meg um, at málverjin bjargaði so væl. Hóast vit høvdu vindin ímóti eftir steðgin, so haldi eg, at vit vóru ikki undir so stórum trýsti, men KÍ eigur eitt gott lið, spælararnir eru stinnir og robustir, og so endaði tað, sum tað gjørdi, sigur NSÍ liðformaðurin.

 

At tað var René Shaki Joensen, sum skoraði sigursmálið, sigur søguna um týdningin, sum multispælarin hjá KÍ hevur. Fyrr í vikuni skrivaði hann undir nýggjan sáttmála, og tað er lætt at skilja, hví teir har norðuri vilja hava hann at halda fram. René er førur fyri at røkja mest sum allar ódnirnar á liðnum. Seinastu vikurnar hevur verið tørvur á stinnum vongverja í vinstru, og tað plássið røkir René nú, og í kvøld var tað hann, sum skoraði sigursmálið.

 

Jonn Johannesen legð eftir lítlan hálvan tíma KÍ á odda eftir fína fríspæling frá Árna Frdereriksberg, og fáar minuttir seinni javnaði Aron Knudsen úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr vinstru frá Steffani A. Løkin og ikki serliga sannførandi verjuspæl.

 

So var NSÍ omaná, og fram ímóti steðginum vóru tað spentar støður í KÍ brotsteiginum, men Odmar Færø og verjan og sentrali miðvøllurin, har Jákup B. Andreasen gekk á odda, riðu stormin av.

 

Um tríggjar vikur – leygardagin 31. mai – hittast KÍ og NSÍ í Klaksvík.

 

https://in.fo/news-detail/myndir-ki-vann-i-runavik-1

 

NSÍ – KÍ 1-2 (1-1)

 

0-1: Jonn Johannesen

 

1-1: Aron Knudsen

 

1-2: René Shaki Joensen

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Ndiaye, Lars Markmanrud, Fabian Ness –  Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen – Aron Knudsen, Steffan A. Løkin, Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, John Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen