René nærkast Vendsyssel

HB-leikarin væntar, at ein avgerð um framtíðina verður tikin í morgin.

22 ára gamli miðvallarin hjá HB, René S. Joensen, hevur møguliga spælt sín seinasta dyst fyri HB á hesum sinni. Í øllum førum er royndarvenjingin gingin somikið væl í Vendsyssel FF, at partarnir í løtuni tingast um ein sáttmála.


Samráðingar hava verið í gongd um vikuskiftið, men við Sosialin sigur René í dag, at hann væntar at ein avgerð verður tikin um framtíð hansara í seinasta lagi í morgin.


René hevur áður verið partur av ungdómsdeildini í Brøndby IF, og kappingarárini 2012 og 2013 var hann eisini javnan við á besta liðnum. Hann hevur í ár spælt 16 dystir við HB og skotið eitt mál.