Treysti og SportMaster fara í summar at hava eitt átak við heilsurenning í Klaksvík. Talan verður um renningar einaferð um vikuna, har øll fólk kunnu verða við, og eingin kappast um nakað. Endamálið er at fáa so nógv fólk sum gjørligt út at røra seg, og harvið seta heilsuna í miðdepilin.
- Talan er als ikki um rennikappingar. Harufturímóti er endamálið at fáa fólk at røra seg regluliga. Tað er fult og heilt upp til ein sjálvan, um ein ætlar sær at ganga ella renna. Tað er mest umráðandi, at ein kemur út at røra seg saman við øðrum, sigur Treysti.
Fyrsta renningin verður leygardagin 12. mai kl. 17.00, og hildið verður fram hvønn leygardag fram til september mánað. Tó verður ikki fyriskipað nakað á Norðoyastevnu, Ólavsøku, Summarfestivalinum og Sjómannadegnum. Teinurin er umleið 5 kilometrar. Byrjað verður hjá SportMaster í Vágsheygagøtu, og leiðin gongur út á Skarðhamar at venda og aftur. SportMaster fer eisini at lata gávur í sambandi við átakið. Tað er ókeypis at ?renna fyri heilsuna?, og fáa allir luttakarar eina t-shirt.