Nýggi Tottenham-venjarin Harry Redknapp sigur nú, at tað skal ikki nøkur doktararitgerð til fyri at venja Tottenham. Síðani Redknapp gjørdist venjari í felagnum, hevur liðið fingið 7 stig í 3 dystum. Leygardagin vann Tottenham á Liverpool, og innskifti álopsspælarin Pavlyuchenko skoraði sigursmálið.
- Tá eg skifti hann inn í seinna hálvleiki, segði eg bara við hann, at hann for h... skuldi renna eitt sindur, greiðir Redknapp frá.