Renna undan niðurflytingini

Ein útsettur dystur í 1. deild verður spældur í kvøld

Ein dystur verður spældur í 1. deild hjá monnum í kvøld.

 

Talan er um ein útsettan dyst ímillum næstbestu liðini hjá NSÍ og Víking. Dysturin verður spældur í Runavík. Upprunaliga átti dysturin at verið spældur 14. juni.

 

Felags fyri bæði liðini er, at tey stríðast í niðara endanum av deildini. Víkingur er nummar sjey við 19 stigum, meðan NSÍ er nummar átta við 17 stigum. Fyri hesi lið er týdningarmikið at halda frástøðu til B36, sum er undir niðurflytingarstrikuni við 12 stigum.

 

Dysturin byrjar klokkan 18.