Rennibreyt um Tórsvøll

- alment bræv til býráðslimirnar í Tórshavnar Býráð

Fjølmiðlarnir bóru okkum boð um; ?at mentunarnevndin í Tórshavnar Býráð fer at lata Býráðnum eitt uppskot til samtyktar, har nevndin mælir Býráðnum frá at gera eina rennibreyt um Tórsvøll.?

Í okkara oyrum eru hetta skakandi tíðindi, ið eru okkum til miklan trega. Og vilja vit tí heita á limirnar í Tórshavnar Býráð, um at bera so í bandi, at hetta uppskotið verður manað aftur í jørðina.

Ítróttarsambandið fyri brekað er eitt serligt samband. Vit umboða menniskju, ið ikki fáa heimvist í øðrum sersambondum. Hesi menniskju hava ein serligan tørv, og skal hesin tørvurin verða nøktaður, so mugu hesi fáa serligar umstøður at virka undir.

ÍSB hevur frælsan ítrótt á skránni tvær reisir um vikuna. Tann frælsa ítróttin er sera væl egnað til menniskju, ið hava brek. Og tí kunnu vit siga, at ein rennibreyt hevði verið gull verd í okkara arbeiði. Her hugsa vit bæði um dagliga venjing, heimligar kappingar og altjóða kappingar.

Vit eru sostatt millum tey mongu, ið ynskja, at høvuðsstaðurin fær sína egnu rennibreyt. Men tá ið tað er sagt, so vilja vit í sama andadrátti strika undir, at staðurin, har breytin verður løgd, er eins týdningarmikil og breytin sjálv. Leggur tú eina breyt í ongamannalandi, so kanst tú greina hetta orðið og siga; at breytin sær ongan mann. Og tá er lítið vunnið!

Svangaskarð er kanska besta dømi um, at so er!

Gundadalur er harafturímóti ítróttadepilin í høvuðsstaðnum. Tað er í Gundadali at ítróttafólk og áskoðarar, børn og vaksin fylkjast gerandis sum heilagt.

Spola vit filmin nógv ár aftur í tíðina, so kunnu vit siga, at tað vóru hugsjónarmenn, ið skaptu Gundadal. Og loyva vit okkum at kaga inn í hugan hjá hesum monnum, so síggja vit, at rennibreytin var á tekniborðinum frá fyrsta degi; breytin skuldi varpa ljós á tað fullgjørda verkið. Og við virðing bæði fyri forfedrum og fortíðini, nútíðini og framtíðini halda vit, at tað skuldi verið sjálvsagt, at rennibreytin verður løgd í Gundadali. Tí sært tú, at leggur tú eina rennibreyt um Tórsvøll, so hevur tú bæði umstøður og umhvørvi. Og tá ið tú samantvinnar hesi hugtøkini,; góðar umstøður í rætta umhvørvinum, so hevur tú sáað í ta góðu jørðina, sum ber ávøkst.

Onkur vil verða við, at Tórshavnar Býráð hevur ikki ráð at gera eina rennibreyt um Tórsvøll. ÍSB heldur harafturímóti, at Býráðið hevur ikki ráð at lata vera. Her hugsa vit bæði um ítrótt, býarmentan og byggilist.

Kæri býráðslimur, minst til, at tað er ov seint at verða eftirsnarin!


ÍSB