Rennibreytin er ? ikki ? avgreidd

Robert Vilhelmsen
Valevni Javnaðarfloksins - listi C
Nøkur hava sikkurt lagt til merkis, at ein av býráðslimunum meldar greitt út, at rennibreytin er avgreidd av sitandi býráð. Hetta eru góð tíðindi, bert spell, at ongin veit hvar hon er og renna tískil framvegis á alfara vegi. Nei, støðan er tíverri ein heilt onnur.
Umboð fyri frælsan ítrótt situr í einum arbeiðsbólki, settur av býráðnum, og er heldur ikki vitandi um nakra rennibreytar avgreiðslu.
Býráðið hevur í 3 ár avsett pening til endamálið og nú eru umleið 4 mill. kr. á konto til eina rennibreyt. Hartil er at siga, at henda upphædd bert er ein lítil partur av samlaða kostnað-inum.
Teir stóru spurningarnar, sum enn standa opnir, eru m.a.
1.Hvar skal øki til frælsa ítróttin liggja?
2.Hvat umfatar verkætlanin og hvat kostar hon?
3.Hvussu er tíðarætlanin og nær verður breytin liðug?
4.Hvussu verður hon fíggjað?

Um tú eisini ynskir hesar spurningar avgreiddar, er neyðugt at seta ein óheftan arbeiðsbólk við einum greiðum arbeiðssetningi, soleiðis sum eg havi mælt til í greinini undir heitinum "Frælsar ítróttir - nú má veljast!".
Við tínum stuðli og atkvøðu fer hetta at vera eitt av mínum fremstu málum at fremja í Tórshavnar kommunu.

Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar!