Leygardagin 5. juli fara VÍF og Bragdið at skipa fyri rennikapping á Fjarðastevnuni, sum verður hildin í Vestmanna.
Barnarenningin byrjar kl. 11.00 og tey vaksnu renna umleið kl. 11.45. Kappingin fer fram á havnarlagnum í Vestmanna, og startnummur kunnu heintast vid Undirhúsið við gomlu ferjuleguna frá kl. 10.00.
Vegleiðandi skrá:
11.00 Gentur og dreingir 0-7 ár (f. 2001-) 500 m
11.10 Gentur og dreingir 8-10 ár (f. 1998-2000) 500 m
11.20 Gentur og dreingir 11-13 ár (f. 1995-1997) 1.500 m
11.30 Gentur og dreingir 14-17 ár (f. 1991-1994) 1.500 m
11.45 Vaksin 5 kilometrar
Hjá teimum vaksnu er ein opin bólkur fyri kvinnur og menn umframt at kappast verdur í bólkunum veteranar (+45) og superveteranar (+55) bæði hjá kvinnum og monnum.
Meldast kann til á - www. athletics.fo - innan fríggjakvøldid kl. 22.00 ella á staðnum frá kl. 10.00 leygarmorgunin. Kostnaðurin er 20 kr. fyri børn og 50 kr. fyri vaksin. Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki.