- Eg ætli mær at renna teir umleið 80 kilometrarnar úr Klaksvík til Havnar við tí endamálið at varpa ljós á Alzheimersjúkuna.
Tað sigur klaksvíkingurin Jonhard Larsen, ið hevur sett sær fyri at renna teinin 7. mai.
Orsøkin til, at Jonhard Larsen hevur sett sær hetta mál, er tí at hann kennir væl til sjúkuna. Bæði mamma hansara og onnur í familjuni eru rakt av sjúkuni.
Jonhard Larsen greiðir frá, at Alzheimerfelagið hevur í eini tíð arbeitt við at útgeva eitt blað við upplýsandi tilfari um sjúkuna, ið læknar, avvarðandi og onnur hava skrivað. Ætlanin er at brúka yvirskotið til at seta ein persón í starv.
- Hjá slíkum felagsskapum, ið ikki hava nógva pening, er tað oftani torført at halda gongd í arbeiðinum. Tað krevur at man fyrst fær kavabóltin á rull, og tað er tað, ið eg ynski at hjálpa við. Hetta er mítt íkast til tað arbeiðið. Eg ynski at útvega pening, ið felagið fær til at seta ein persón í starv, ið kann taka sær av tí dagliga arbeiðinum, sigur Jonhard Larsen.
Eftir ætlan fer Jonhard Larsen at renna teir umleið 80 kilometrarnar uttan steðg. Til ber hjá fólki at stuðla verkætlanini á hansara heimasíðu jonhard.net.
- Ein av næstu døgunum verður møguligt hjá fólki at stuðla við eini upphædd fyri hvønn kilometur við at fara inn á heimasíðuna, sigur Jonhard Larsen.