Evropeiski Miðbankin hevur í dag lækkað rentuna o,5 prosentstig, og í Bretlandi fellur rentan óvanliga nógv og er søguliga lág Sum væntað hevur Evropeiski Miðbankin lækkað rentuna í dag, og sum marknaðurin hevði væntað, bleiv lækkingin 0,5 prosentstig. Tað merkir, at rentan nú er 3,25 prosent.
Í Danmark verður roknað við, at danski tjóðbankin fer at gera tað sama sum Evropeiski Miðbankin.
Leiðandi rentan hjá danska tjóðbankanum er í løtuni 5,5 prosent, og roknað verður við, at danska rentan fer at lækka 0,5 prosentstig nú.
Bretski tjóðbankin, Bank of England, kunngjørdi í dag, at hann lækkar rentuna 1,5 prosentstig. Tað ber í sær, at bretska rentan kemur niður á 3,0 prosent, og so lág hevur rentan í Bretlandi ikki verið síðani 1955, sigur DR.