Rentan hækkar 1/4 prosentstig

Tjóðbankin hækkaði í dag leiðandi rentuna upp í 4,00%% Hetta hendir, eftir at europiska Miðbankin fyrr í dag hækkaði sína rentu. Somuleiðis við 0,25 prosentstigum.

Stjórin í Miðbankanum, Jean-Claude Trichet, sigur, at rentuhækkingarnar neyvan eru av enn. Men at roknast kann við einari hækkan afturat seinni í ár.

Vanligt er, at føroyskir peningastovnar fylgja gongdini í leiðandi rentuni hjá Tjóðbankanum, og tí kann roknast við eini rentuhækkan á føroyska peningastovnsmarknaðinum.