Greinarar hjá Den Danske Bank og Handelsbanken meta nú, at europiska rentan lækkar í summar og í heyst Áður hava fíggjargreinararnir hjá Danske Bank annars mett, at eingin rentubroyting var í eygsjón fyrr enn í heyst, men tann metingin er nú broytt.
Veik europisk lyklatøl, vánalig útlit á amerikanska marknaðinum og bleyta ECB-útmeldingin eftir rentufundin í seinastu viku eru høvuðsorsøkirnar til broyttu metingarnar, skrivar danska epn.dk.
Mett verður, at talan helst verður um tríggjar rentubroytingar í ár. Og at hesar í juni, september og desember hava við sær, at leiðandi rentan íalt fellur tríkvart prosentstig innan árslok.