Suðuroyar Sparikassi hækkar við gildi frá 30. apríl 2008 rentuna á útlánum, innlánum við uppsøgn og á eftirlønarkonti við 0,50 prosentstigum Rentan á lánum, sum eru knýtt at CIBOR 3 mðr. rentuni, og fasta rentan á S-lánum, hækka ikki sambært hesi rentuhækkingini.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at orsøkin til rentuhækkanina er, at tað í dag er vorðið dýrari hjá peningastovnum yvirhøvur at fíggja síni útlán á heimligu og altjóða marknaðinum. Samstundis trýstir kappingin um innlánskundarnar innlánsrentuna uppeftir.
Tí er fíggingarkostnaðurin hjá peningastovnunum yvirhøvur hækkaður munandi seinasta hálva árið, eisini síðani seinastu rentuhækking pr. 18. februar 2008. Um tað mundið var CIBOR 3 mðr. rentan umleið 4,6%, meðan hon í dag er umleið 4,9%.
Lægsta rentan fyri bústaðarlán í Suðuroyar Sparikassa verður soleiðis við gildi frá 30. apríl 2008 6,50% p.a..