Fasti reportarin hjá Rás2, Vilmund Jacobsen upplivir ofta nógva vælvild og gestablídnið, tá hann er úti sum reportari til "Bátaradio"-sendingar. Og í dag var einki undantak.
Aftaná eitt bátaprát við hjúnini Fríðu og Finnboga Midjord, og við Mariu Kristiansdóttir skuldi Vilmund Jacobsen víðari á síni ferð, men honum var boðið at fáa ein grindabúff, og tað kundi hann ikki siga nei til.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr bátaprátini Vilmund Jacobsen gjørdi við hjúnini Fríðu og Finnboga Midjord, og við Mariu Kristiansdóttir.