Á Pusher Street í dag (Myndir: Pætur H. Evensson)

Myndareportasja frá søguligum degi: Pusher Street letur aftur

Í dýrdarveðri løgdu hundraðtals fólk leiðina framvið Christiania í dag, har christianittar og onnur í felag gravaðu allar brúgvasteinarnar upp frá Pusher Street. Fleiri nýttu høvið at taka steinarnar við heim sum ein souvenir.

Á Pusher Street í dag (Myndir: Pætur H. Evensson)

6. apríl, Christiania, Keypmannahavn:

Tað hevur verið ein heilt serligur stemningur á Christiania í Keypmannahavn í allan dag. Har er bæði festligt, men eisini sorgblítt onkursvegna. Tí í dag verður tann nokk kendasta gøtan í Danmark brotin sundur, nevniliga Pusher Street. 

Pusher Street sum í nógv ár hevur verið gøtan, har man hevur kunnað keypt sær hash og kannabis frá sølubásum, sum hava staðið eftir allari gøtuni.

Seinastu árini hevur gøtan tó verið miðdepil fyri nógvar keðiligar hendingar sum eitt nú skottilburðir, av tí at kriminellu bandarnir standa fyri søluni har.

Hetta hevur verið til stóran ampa fyri lokalu christianittarnar og onnur vitjandi har, og av tí sama kenna fólk seg ikki líka trygg har longur.

Íbúgvarnir á Christiania hava tí gjørt av at blaka pushararnar út og fáa organiseraða kriminalitetin við hashsølu á kendu gøtuni burtur med alla. 

Tí verður øll gøtan nú ruddað, stongd og renoverað. Fyrsti liður í hesum er so at grava allar brúgvasteinarnar upp úr gøtuni. Ein stein fyri og annan eftir. Og hetta skal so vera byrjanin til stórar broytingar fyri frístaðin Christiania.

Veðrið er av tí allarbesta í Keypmannahavn í dag, ja nokk tann besti dagurin higartil á árinum, og tað hevur ivaleyst smittað á tað góða humørið inni á Christiania í dag, her stór sum smá hava lagt leiðina framvið at forvitnast, nú Pusher Street, sum vit kenna hana, fer í søguna.

Lagið er gott á bæði arbeiðsfólki, politistum og vitjandi, og úr anlegginum ljóða tónar frá 70'unum, tá Christiania bleiv grundlagt. Eitt nú rungar "Have You Ever Seen the Rain" hjá Creedence Clearwater Revival, sum kom út sama ár, sum Christiania bleiv stovnað, 1971.

Vanligvís plagar tað at vera strangliga bannað at taka myndir á Pusher Street, men ikki í dag. Í dag stendur annarhvør við sínari telefon og dokumenterar søguligu løtuna, meðan christianittar við spaka í hond grava brúgvasteinarnar upp, koyra teir í trillubøruna og samla teir í eina stóra rúgvu.

Men allir steinarnir sleppa ikki í rúgvuna. Tí nógv av teimum, sum ikki grava og arbeiða, eru komin fyri at ogna sær ein stein ella tveir. Tað ger kanska eisini arbeiðið hjá christianittunum lættari, tí teir eftir øllum at døma eftirtraktaðu steinarnir verða næstan tiknir í tí, teir verða leysir. Fólk taka steinarnar við heim sum ein souvenir ella sum eitt minni frá Pusher Street.

– Nú eigi eg eitt petti av søguni hjá Christiania, hoyri eg ein ungan mann siga, sum gongur mitt í øllum rokanum.

Politiið er eisini møtt upp, men tey hava ikki nógv at gera, tí alt gongur stak friðarligt fyri seg.

So hetta má sigast at vera ein nakað øðrvísi dagur hjá politistunum inni á Christiania í mun til vanligu uppgávurnar her, sum í nógv ár hava verið at gjørt razzia fyri at handtaka hash-sølumenninar og bróta sølubásarnar niður.

Íbúgvarnir á Christiania hava planlagt hendan dagin, sum tey kalla "aktionsdagen" leingi.

– Flyt jer lige, rópa teir við trillubørunum í heilum til øll okkum sum taka myndir, filma, práta, hyggja og leita eftir steinum – ja, man kann róliga siga, at vit øll standa í vegin.

Aftaná eina løtu avgera arbeiðsfólkini at sperra gøtuna við bandi, so fólk ikki sleppa at ganga ígjøgnum. Nokk fyri at fáa frið og pláss fyri at arbeiða, rokni eg við.

Sjálvt um tað er avsperrað eru christianittarnir raskir at fara út til fólkini hinumegin bandið við steinum. 

– Vil nakar hava ein bláan? spyr ein ung kvinna við steini í hond.

Hvat er so serligt við teimum bláu? spyrji eg hana.

– Tað eru teir við grafitti á. So teir eru bara øðrvísi enn hinir, svarar hon.

Jamen ok, so taki eg mær ein sovorðnan. Og eg finni mær eisini ein aftrat, sum eg fylli í súkklukurvuna at taka við heim.

Hvat eg skal brúka steinarnar til, veit eg ikki heilt enn. Kanska ein garð onkuntíð.

Ella ja... Gott at hava!

Hendan steinin fekk eg mær.

Klokkan er júst farin av 13:30, og nú hoyrist eitt øgiligt róp og lógvabrestur.

Tað vísir seg, at síðsti brúgvasteinurin nú er gravaður upp. Og tað verður feiðrað.

Sangurin "I kan ikke slå os ihjel" verður spældur. Hetta er slagsangurin hjá Christiania.

Meiningarnar um at steingja Pusher Street og broyta alt økið eru ymiskar. Summi meina at tað er synd at broyta ein so týðandi part av Christiania, meðan onnur fegnast og vóna, at hetta kann broyta ímyndina av Christiania og gera tað til eitt tryggari stað at vera.

"Pusher Street má doyggja, so Christiania kann liva". Soleiðis segði yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Sophie Hæstorp Andersen, sum saman við løgmálaráðaharranum Peter Hummelgaard fekk loyvi til at taka stein nummar tvey burtur. 

Hvussu Pusher Street kemur at síggja út í framtíðini, er enn ikki heilt avgjørt. Men eftir ætlan skal tað vera ein handils- og mentanargøta.

Tosað verður eisini um, at gøtan skal fáa eitt nýtt navn - og tað er eisini nakað, sum christianittarnir als ikki eru á einum máli um. Nógvir vilja varðveita navnið, tí tað er søguligt, meðan onnur vilja hava eitt nýtt navn, og hvat hetta navnið skal vera eru eisini ósemjur um.

Í morgin, sunnudagin, fara christianittarnir at fjerna asfalt og sand frá Pusher Street. Síðani skal kloakeringin og bygningarnir rundan um umvælast.

Enn eru nógvir steinar eftir. Ætlanin er at endurnýta ein part av steinunum á onkran hátt.

Nógvir miðlar vóru á staðnum og dokumenteraðu søguliga dagin.

Danskir miðlar hava skrivað um ein 23 ára gamlan mann, sum tók ein heilt serligan stein heim við. Hann tók ein stein frá tí staðnum, har beiggi hansara bleiv dripin.

Meðan vit ganga runt har, kemur ein maður yvir til mín. "Vil du købe noget?" spyr hann meg.

Tað verður ikki til nakran handil okkara millum, men hetta vísir kanska, at sjálvt um Pusher Street verður lukkað, kann tað blíva trupult at koma allari hashsøluna til lívs frá degi til dags.

Eingin ivi er um, at hetta hevur verið ein søguligur dagur fyri Christiania og eisini danska mentanarsøgu generelt.

Endin av einum stórum parti av samleikanum og søguni hjá Christiania og væntandi byrjanin til eitt nýtt Christiania.

Á Pusher Street í dag (Myndir: Pætur H. Evensson)