Ressaðust eftir katastrofubyrjan

Hóast eina út av lagi ringa byrjan, eydnaðist tað føroyska manslandsliðnum í hondbólti at fáa eitt heiðurligt úrslit móti Litava

 

Føroyar-Litava 17-25 (7-15)


Tað var rættiliga skjótt greitt leygardagin, at tað ikki var av tilvild, at Litava liggur sum fremsta lið í okkara undankappingarbólki.

Fyrstu løtuna av dystinum vórðu føroysku leikararnir rætt og slætt niðurspældir, og tá støðan ta einu løtuna var 1-10, roknaðu flestu áskoðararnir helst við, at talan kundi gerast um eina óhugnaliga staðfesting av styrkismuninum millum liðini bæði.

Soleiðis gjørdist tíbetur ikki. Føroysku spælararnir ressaðust, og tá so gestirnir eisini settu ferðina nakað niður, eydnaðist okkum hóast alt at avmarkað tapið, soleiðis at tað »bert« vórðu átta mál á muni.

Kanska ljóðar hetta av nógvum, men tá havt verður í huga, at Sveis og Rumenia hava tapt við eins nógvum og fleiri málum móti sterku litavunum.

Eitt hjitt mest merkisverda føroyska avrikið mundi hesa ferð vera tað hjá Bárði Nielsen. VÍF málverjin kom á vøllin í seinna hálvleiki, eftir at Jens Skipagøta meira ella minni var skotin niður, og tað korterið, sum Bárður var á vøllinum eydnaðist bert litavunum at skjóta tvey mál.


Málskjúttar:

Føroyar: Sámal Joensen 6, Áki Olsen 4, Bjarni Wardum 3(1), Hans Áki Dal Christiansen 2, Agnar Joensen 1, Ingi Olsen 1

Litava: Andrius Stelmokas 8(1), Gintautas Vilianiskas 3, Gintaras Savukynas 3, Vaidas Klimuauskos 3, Mindangas Andriuskas 3, Avrelijus Sabonis 2, Marius Kasmauskas 1, Augustas Strazdas 1, Robertas Pauzoulis 1