Restorff?s Jólabridge

Hesa ferð er talan ikki um flótandi løg, men harafturímóti um bridge-kapping, sum verður í HB-húsinum 2. jóladag

Bridge

Sum nakað nýtt hevur bridgehúsið í Havn sett sær fyri at skipa fyri eini jólakapping í væl umtókta kortspælinum.
Hetta veðrur ein sokallað parakapping, sum ætlandi skal verða eitt afturvendandi tiltak, tó sjálvandi treytað av undirtøkuni hesaferð.
Hesum seinasta tykjast fyrireikararnir tó ikki at bera nakran serligan ótta fyri, sum skilst. Hóast talan sjálvsagt er um hugnaløtur við familju, vinum og kenningum, so kunnu jólini í mangar mátar tykajst nakað drúgv til tíðir, og tí er ivaleyst eitt sindur frískligt, soleiðis at taka lut í eini bridge-kapping annan dag, tá alt jólastákið kortini er mest sum liðugt.
Kappingin, sum byrjar klokkan 14.00, verður skipað soleiðis, at talan í alt verður um eini 30 spøl, har tað síðani verður talt saman fyri at finna vinnandi parið.
Og hóast onkur einsamallur bridge-spælari skuldi sitið heima, so skal hesin ikki halda seg aftur. Tað er nevnliga eingin treyt, at tilmeldingarnar skulu vera í pørum, og ert tú støk ella stakur, so er bara at siga til, so verður ein makkari funnin, verður sagt.