- Spann, klút, kust og vask!
Tað verður revsingin, sum næmingar fáa, um teir koma ofta ov seint í skúla.
Henda reglan verður sett í gildi í Lyshøjskolen í danska býnum, Kolding, í komandi viku, tá børnini koma aftur í skúla eftir heystfrítíðina.
Hetta verður fyrsti skúlin í landinum sum setir hesa regluna í gildi. Og tað sjáldsama er, at tað eru næmingarnir sjálvir sum hava fingið hugskotið.
Higartil hava næmingarnir bert havt sum revsing, at teir skuldu sita eftir í skúlanum, har teir so samstundis kundu gera skúlatingini.
Nú skulu teir ístaðin sópa felagshølini, vaska í flokshølinum og vaska vindeygu.