Í FC Barcelona eru tey ónøgd við, at altjóða ítróttardómstólurin avvísti kæruna um keypsbannið frá FIFA fyrr í ár. Katalanska stórfelagið vísir á, at støðurnar viðvíkjandi keyp av ungum spælarum er eitt øki, har tað ikki samsvarar millum reglugerðina hjá FIFA, spanska fótbóltssambandinum og Spania sum heild.
Les eisini: Barcelona sleppur ikki at keypa spælarar í 2015
- Við allari virðing, so eru vit beinleiðis ósamd við avgerðini hjá ítróttardómstólinum. Vit hava gjørt øllum klárt, at vit stuðla øllum reglugerðum, sum skulu verja ungar spælarar, sigur Barcelona, sum í tíðindaskrivinum eisini vísir á spælaramenningin hjá felagnum, sum hevur givið mongum spælara møguleikan at liva av fótbólti.
- Hava vit gjørt ein feil, so er talan um papír- og skriviborðsborð feil. Feilir har reglugerðin hjá FIFA og spanska fótbóltssambandinum er tulkað ymisk. Vit hava gjørt alt í góðari trúgv, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.
- Tí meta vit, at revsingin, sum nú rakar Barcelona, er púra burturvið og samsvarar ikki við hvat er hent, verður sagt úr katalanska stórfelagnum.
Barcelona hevur keypt niðurfyri í summar, tá felagið brúkti yvir eina milliard krónur upp á Luis Suarez, Ivan Rakitic, Marc-Andre ter Stegen, Thomas Vermaelen, Claudio Bravo, Jeremy Mathieu og Alen Halilovic.