Revsingin fyri kynsligan ágang verður ikki broytt

Tey vilja heldur bíða eftir løgmanni, sum arbeiðir við málinum

Annika Olsen, løgtingskvinna, fær ikki undirtøku fyri uppskoti sínum um at javntseta ættleidd børn og kynbørn í sambandi við kynsligan ágang, verður ikki samtykt.

Nú uppskotið hevur verið til viðgerar í Rættarnevndini hjá løgtinginum, er niðurstøðan, at øll nevndin er ímóti at samtykkja uppskotið.

Annika Olsen segði, at endamálið er at broyta revsilógina soleiðis, at munur ikki verður gjørdur á, um tú gert teg kynsliga inn á eitt ættleitt barn undir 18 ár og eitt kynbarn barn undir 18 ár.

Revsingin fyri at gera seg inn á eitt kynbarn, kann vera upp í seks ára fongsul, men revsingin fyri at gera seg inn á eitt ættleidd barn, kann vera fongsul í upp til fýra ár.

- Hetta er ein sera óheppin munur, ið verður gjørdur á børnunum, tí uttan mun til, um tú ert eitt biologiskt barn ella ættleitt barn, er álitið á foreldrini hitt sama og brotsverkið ikki minni, sum barnið verður útsett fyri, sigur Annika Olsen

Nú Rættarnevndin hevur viðgjørt uppskotið, hevur hon havt fund við Aksel V. Johannesen, løgmann.  

Nevndin vísir á, at tá ið revsilógin skal broytast, er vanligt, at revsirættarliga ráðið fær broytingarnar til ummælis. Revsirættarliga ráðið er sett saman við fakfólkum, og sosatt kunnu lógarbroytingar verða gjølla lýstar á einum høgum fakligum stigi.

- Løgmaður hevur boðað nevndini frá, at hann arbeiðir við málinum og miðar eftir at leggja ymsar lógarbroytingar í revsilógini fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu. Og Rættarnevndin heldur at tað er rættast at bíða, til løgmaður kemur við hesum broytingum, og at revsirættarliga ráðið eisini fær møguleika at lýsa málið, áðrenn tað verður lagt fyri Løgtingið. 

Tí mælir hon Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Í Rættarnevndini sita Magnus Rasmussen, formaður, Sonja Jógvansdóttir, Ruth Vang Ingolf S. Olsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Edmund Joensen og Hilbert Elisson, sum hevur sæti á tingi fyri Kristin Michelsen.