Revsivert at fáast við sex-dukkur í barnastødd

- Eingin ivi er um, hvat endamálið við dukkuni var, sigur norski Hægstirættur.

 

Hægstirættur í Noregi hevur gjørt av, at tað er revsivert at fáast við sonevndar sex-dukkur í barnastødd. Tað er ein maður í Finnmørkini, sum nú er dømdur í Hægstarætti fyri at hava roynt at innflutt eina slíka dukku.

Maðurin er áður dømdur í norsku rættarskipanini, og tá hann kærdi dómin, og málið endaði í Hægstarætti, fekk hann heldur ikki viðhald har.

Tað var nevniliga ein samdur Hægstirættur, ið kom til ta niðurstøðu, at tað er revsivert at fáast við sex-dukkur í barnastødd av hesum slag.

Tað var Lagmannsretten, sum dømdi hin 45 ára gamla úr Finnmørkini 60 daga treytaða fongsulsrevsing og eina bót á 10.000 norskar krónur.

Maðurin varð dømdur fyri at hava roynt at innflyta ein japanska sex-dukku, sum var ein metur høg. Sambært www.nordlys.no er hann eisini dømdur fyri onnur smærri brotsverk.

Lagmannsretten lýsir dukkuna sum eina "sex-leiku", ið er gjørd sum kroppurin á einum barni., og nú er so eisini Hægstirættur í Noregi komin til nøkulunda somu niðurstøðu.

- Vit meta, at dukkan hevur kropsbygnað og er lagað eftir kroppinum á einum barni, og at dukkan er evnað til kynslig endamál, sigur Hægstirættur í sínum dómi.

Sambært www.nordlys.no heldur Hægstirættur ongan iva vera um, hvat endamálið við dukkuni var, nevniliga ein seksualisering av barni, og tað er revsivert.