Reyða Krossur fær stuðul til ókeypis kanningar til sjálvboðin

Thetis stuðlar Reyða Krossi

Í farnu viku gjørdi Reyði Krossur avtalu við kanningarstovuna Thetis um, at Thetis veitir ókeypis kanningar til sjálvboðin hjá Reyða Krossi, ið skulu kannast fyri COVID-19.

Reyði Krossur sigur soleiðis í tíðindaskrivi: 

– Reyði Krossur fegnast um avtaluna, ið tryggjar sjálvbodnum, ið arbeiða á økjum, har tað er vandi fyri smittu, skjóta og góða tænastu, sigur Reyði Krossur