Reyðargullið sum hvarv

F Capp 5.10.03

Nú man liggur her yviri á F Capp og hoyrir, hvussu man verður hunddálkaður og alment úthongdur, kann eg ikki bara mær at koma við nøkrum viðmerkingum
Út- og Sjónvarp í desperatari roynd at rættvísgera teirra meirjáttan, royna at fáa tað til eina gølu í besta Oyggjatíðinda stíl at vit fingu nakað av vinningsbýti í 98-99, onkur politikari og onnur gloypa helst hesum bita í vón at markera seg fyri at verða afturvald.
Alt stendst av at vit í desperatari roynd at yvirliva dupultflagga Arctic Viking eina styttri tíð.
Nú verður málið vent til at gera okkum smákriminellar lúshundar sum útnytta skattaborgarans pening við at vit í 98-99 deildu okkum vinningsbýti út eftir eitt gott ár, har vit avreiddu fyri 48 mill, hetta eftir 10 sløk ár
Ásannast skal í bakspeglinum at hetta var ikki rætt av tí at vit fingu sanera 7,9 mill, men nevnast skal at aðrir rækjutrolarar fingu fleirfaldað hesa upphædd, ja ein fekk 40 mill.
At gott sá út í 98-99 kann eg prógva við at tríggir rækjutrolarar komu í flotan um hetta mundið, og eitt professionelt felag sum Føroya Fiskasøla keypti 23% av felag okkara fyri 7-8 mill. At so rækjuprísurin beint aftaná fall munandi samstundis sum oljan 3 faldaðist var ikki nakað vit vóru harrar yvir.
Eg kann nevna nøkur fakta viðv. Arctic Viking:
Arctic Viking kom til landið í 1986 sum nýbygningur
Síðan tá eru 16 rækjutrolarar komnir í flotan sum eru antin farnir á húsagang ella seldir áðrenn
Vit hava goldið uml. 230 mill út til lønir í Føroyum, harav er uml. helvtin farin í skatt og rest í umfar í føroyska samfelagnum
Fleiri ferð hava vit havt møguleika at selt skipið við góðum vinningi, men ikki gjørt av berari tjóðskaparkenslu (ella býttheit kann man siga nú)
Vit betaltu 4 mill fyri at keypa kvotu bara í fjør, hetta meðan Nóta og Toskalangfaratrolararnir sum florera í pengum fáa meginpartin av síni kvotu goldna av landinum.
Alt rækjutrolararnir fiska belastar als ikki føroysku frammanundan hart trongdu grunnarnar, og kann tí betraktast sum fremmand valuta, sum summir búskaparfrøðingar (uttan okkara) siga skal gangast við 3.
Nei vit hava als onki at skammast av at fingið 7,8 mill í sanering, tað hava vit goldið fleirfaldað aftur
Vit hava fleiri ferð gjørt vart við vónleysu støðuna hjá rækjuskipunum, uttan at nakar sum helst tingmaður reagerar, men nú tá gøla er, leypa allir upp og siga 'eg segði tað altíð'
Hví gera teir ikki sínar lógir so als ongin misskiljing er, landsstýrið er yvirhonds væl mannað við sakførarum og lógarsmiðum fyri feitar lønir, sum hava lært í eini 20 ár.
Sama er galdandi í línuflotanum har nógvir reið-arar ikki vita síni livandi rá hvat teir skulu gera, tí teir bíða eftir tinginum, sum hevur ein mánað bara at venda sær.
Hetta meðan fiskimálaráðharrin ikki veit hvat hann skal gera, tí hvat hann so ger verður tað brúkt ímóti honum.
Nei land okkara liggur fullstendiga lamið, hvar als onki verdur gjørt við at betra um korini hjá vinnuni, men tíðin gongur til klandur og brigsl.
Hví verdur t.d. ikki arbeitt við at fáa 20% tollforðingina av rárækjum til ES vekk eins og íslendarar og norðmenn fingu ornað bert við einum pennastroki?
Hetta hevði givið okkum 1-2 kr. meir pr. kg = 2 mill pr. ár meir, tað er nógvur peningur tá tað manglar
Hví hoyra vit ikki útvarpi her, tá Íslendarar bjóðaðu sær at senda tey fyri onki 4 ferð um døgnið á 30 min. gjøgnum teirra radiostøð ??
Íslendarin sendir hertil 24 tímar um døgnið til síni.
So man kann siga munur er á prioritering hjá íslendingum og okkara tingi, hetta málið hevur ligið steindeytt í eini sera seintarbeiðandi ella als ikki arbeiðandi nevnd í uml. 8 ár.