Reyði Krossur sendir sjónvarp

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verður í ár send sum beinleiðis sjónvarpssending sunnukvøldið

Sunnukvøldið verður árliga Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya. Hesaferð verður hon skipað sum beinleiðis sjónvarpssending, ið verður send í Kringvarpinum.

Vanliga fara hundraðtals sjálvboðin fólk út í hvønn krók í landinum við eyðkendu reyðu bússunum hjá Reyða Krossi, men soleiðis verður ikki í ár. Orsakað av koronusmittuni heldur Reyði Krossur ikki, at tað er ráðiligt at senda fólk í øll heim kring landið. Tí verður Landsinnsavningin í ár skipað sum beinleiðis sjónvarpssending.

Sunnukvøldið kl. 19:00 sendir Kringvarpið beinleiðis úr Norðurlandahúsinum, har miðdeplin fyri innsavningina verður. Í sendingini verða reportasjur um virksemið hjá Reyða Krossi, tosað verður við fólk, sum standa fyri at veita hjálpa ella hava fingið hjálp, og fleiri tónleikaframførslur verða – eitt nú fara Lena Anderssen og Marius Ziska at spæla.

Kunnað verður eisini um sjálva innsavningina, sum fer fram umvegis telefon ella bankaflytingar. Ein spildurnýggjur Suzuki Swift Hybrid verður burturlutaður millum tey, sum ringja til stuðulslinjuna.

Raclip framleiðir sendingina í samstarvi við Reyða Kross Føroya, og Kringvarpið sendir sendingina beinleiðis.