Sambært seinastu veljarakanning hjá Voxmeter stendur reyði vongur í danska Fólkatinginum til at gerast søguliga stórur á fólkatingsvalinum í morgin.
Við 108 tingsessum í seinastu kanning kann reyði vongur fáa besta valúrslitið síðani 1971. Tá fingu reyðu reyðu flokkarnir 114 tingsessir.
Her er yvirlitið frá seinastu Voxmeter-kanning. Tølini í klombrum er úrslitið frá seinasta fólkatingsvalið:
* Socialdemokratiet: 29,8 / 55 tingsessir (26,3 prosent)
* Det Radikale Venstre: 8,9 / 16 tingsessir (4,6 prosent)
* Det Konservative Folkeparti: 4,5 / 8 tingsessir (3,4 prosent)
* Nye Borgerlige: 1,8 / 0 tingsessir (0,0 prosent)
* Socialistisk Folkeparti: 8,8 / 16 tingsessir (4,2 prosent)
* Liberal Alliance: 3,3 / 6 tingsessir (7,5 prosent)
* Kristendemokraterne: 1,6 / 0 tingsessir (0,8 prosent)
* Dansk Folkeparti: 10,1 / 19 tingsessir (21,1 prosent)
* Venstre: 18,2 / 34 tingsessir (19,5 prosent)
* Enhedslisten: 8,5 / 16 tingsessir (7,8 prosent)
* Alternativet: 2,8 / 5 tingsessir (4,8 prosent)
* Klaus Riskær Pedersen: 0,4 / 0 tingsessir (0,0 prosent)
* Stram Kurs: 1,3 / 0 tingsessir (0,0 prosent)
* Øvrige: 0,0 / 0 tingsessir
Reyði vongur tilsamans: 58,8 prosent – 108 tingsessir (47,7 prosent – 85 tingsessir)
Blái vongur tilsamans: 41,2 prosent - 67 tingsessir (52,3 prosent – 90 tingsessir)
Øll prosenttølini eru rundað til ein desimal.
Kanningin hjá Voxmeter er grundað á samrøður gjørdar í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 3. juni við 1003 umboðandi valdar persónar yvir 18 ár.
Voxmeter ringir hvønn dag til 330 nýggjar veljarar, sum kanningin verður dagførd við tann dagin. Maksimala óvissan í kanningini er +/- 2,8 prosentstig.
Kelda: Voxmeter for Ritzau
/ritzau/