Reyðikrossur savnaði inn pening í dag

Í dag hava fólk um alt landið bankað uppá dyrnar við áheitan um at stuðla neyðstøddum við einum oyra.

Tað er Reyðikrossur Føroya, sum skipar fyri hesi árligu innsavningini. Í 2014 gav innsavningin kr. 850.000,-, í 2015 1,4 mill og í 2016 kr. 940.000,-.

 

Í Klaksvík er siðvenja at hittast hjá Jórun at fáa ein góðan drekkamunn og eitt gott prát, áðrenn farið verður avstað. Samstundis plagar onkur býráðspolitikari at siga nøkur orð, men hesaferð hevði Per Jacobsen, sum samskipar innsavningina í Klaksvík, Kalsoynni, Kunoy og Árnafirði, biðið formannin í Reyðakrossi Føroya, Jóannes Ejdesgard, komið at siga nøkur orð.

 

Jóannes vísti á, at tað vanta ikki øki at stuðla, har m.a. vatnflóð ella jarðskjálvti hava verið. Men í ár fer innsavnaði peningurin helst til hungursrakt økið í Afrika, sum er ein vaksandi trupulleiki.

 

Formaðurin í Reyðakrossi Føroya vísti á, at tað eisini verður stuðlað heima í Føroyum til ymsar verkætlanir, so sum barnafamiljur, ið eru illa fyri, samarittar, sum ofta eru sjónligir á festivalum, vitjanarvinir til eldri og treingjandi. Men eisini er skipað fyri átøkum, sum skulu virka fyri, at tilflytarar kunnu blíva betri integreraðir í føroyska samfelagið.

 

Jóannes takkaði fyri høvið at koma norður, fyri at Jórun beyð kaffi, at som mong trúliga møta upp til ólønt, frívillugt arbeiði at gagna so mongum úti í heimi og her heima hjá okkum eisini – og teimum mongu, sum ár eftir ár møta upp í Klaksvík til innsavningina.

 

Per Jacobsen, samskipari í Klaksvík plagar at taka til, at Klaksvík er eitt av teimum hollu økunum, sum plagar at stuðla væl. Tey savna sum oftast inn omanfyri kr. 100.000,-. Hesum fegnast Per um, og Reyðikrossur Føroya tað sama.

 

Orð og myndir: Dávur Winther