Reyður landsbúnaðarpolitikkur øsir Bjarna

Fyrrverandi landsstýrismaður í Vinnumálum, Bjarni Djurholm, fekk kjøtbitan í rangastrúpan, tá hann sá seinasta útspælið frá CHE samgonguni – hesaferð um landsjørð

Landbúnaður


- Fiskivinnan var fyrsta offrið, og nú er so landbúnaðurin í skotmála, sigur ein ikki sørt skakaður Bjarni Djurholm í viðmerking, hann hevur sent Sosialinum í dag.

Fyri minni enn einum ári síðani liberaliseraði táverandi landsstýrismaður í vinnumálum Bjarni Djurholm og samgonga hansara lógina um landsjørð, so festarar í størri mun vórðu javnstillaðir við onnur vinnurekandi í Føroyum. Hetta hevði við sær, at bøndurnir fingu munandi størri frælsi á egnum garði enn áður.


Forða spekulatión

Tað er nýggjasta broytingaruppskotið til lógina um landsjørð hjá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni í Fiskivinnu- og tilfeingismálum, sum hevur loypt øði í Bjarna Djurholm. Og sambært Kringvarpinum í gjár, eisini í Bjørn Patursson, bónda og formann í Bóndafelagnum.

Við uppskotinum um lógarbroytingar, sum landsstýrismaðurin bar niðan í tingið í gjár, vil hann forða tí, sum hann rópar »spekulasjónsvandar í galdandi landbúnaðarlóggávu«.

Sambært uppskotinum hjá Tórbjørn Jacobsen kundu lógarbroytingarnar hjá Bjarna Djurholm elva til spekulasjón í sambandi við festi av landsjørð, við at festarar kunnu taka yvir ella keypa ognir á festinum til undirprís, millum annað bygningar. Eisini kann tað elva til spekulatión, at festibrøvini kunnu avhendast.


Søguligt framstig

Í viðmerking sínari, sum hann rópar Reyða gongan og bøndurnir, sigur Bjarni Djurholm, at broytingarnar í landbúnaðarlóggávuni, sum vóru samtyktar í fjør, vóru ein søgulig javnstilling av bóndunum við øll onnur vinnurekandi í Føroyum.

- Fyri fyrstu ferð í øldir kundu festarar rætta ryggin og reka vinnuligan landbúnað.  Bøndur fingu vinnuligar karmar á jøvnum føti við alararnar og munandi størri frælsi á egnum garði enn áður. Samanumtikið fingu festarar við nýggju lógini munandi betri møguleikar at troyta festið, teir ráða yvir, og avgerðirnar á garðinum vóru í nógv størri mun hjá festarunum enn frammanundan, sigur Bjarni Djurholm við Sosialin.

Sambært fyrrverandi landsstýrismanninum gjørdust vinnuligu umstøð¬urnar greiðar við lógarbroytingunum í fjør, tá lagt varð upp til einskiljing av brúksrættindunum.

- Festarar kunnu yvirtaka ella keypa ognir á festinum, lendi kann verða leigað til eitt nú fóðurframleiðslu og traðir. Men ognarviðurskiftini til jørðina eru óbroytt, sølupeningur av jørð fer framvegis til landið, og slíkt sum almennu traðirnar og óðalsjørðin eru púra órørd av nýggju lógini, sigur Bjarni Djuholm, sum eisini metir, at nýggja frælsa landbúnaðarlóggávan veitir bestu trygd móti spekulatión..


Politisk øvundsjúka

- Hetta hóðaði tjóðveldinum illa og nú flokkurin fekk ræði á landbúnaðinum, gera teir bart, sigur Bjarni Djurholm, sum fýlist á, at Tjóðveldi atkvøddi ímóti tá, og broytir lógina aftur nú.

- Í ilsinni inn á, at bøndurnir nú, fyri fyrstu ferð í øldir, verða javnstillaðir við aðrar borgarar, blúgvast flokkurin ikki við at taka grundarlagið undan festarunum, at kriminalisera teir og soleiðis skapa órógv og missálit í vinnuni, sigur hann og staðfestir, at fiskivinnan var fyrsta offrið, og nú er so landbúnaðurin í skotmála.

- Hetta er jú ikki annað enn politisk øvundsjúka, tá hon er best. Tað er einki minni ein vanlukka, at politisk ørska skal sleppa at jagstra eina vinnugrein, sum hevur annað uppiborið, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingini, sum verður prentað í blaðnum í morgin.