Reyður vegur

Ein teinur av Interstate 495 vegnum í Massachusets fekk ein heldur øðrvísi lit um páskirnar. Ein trailari, sum hevði reyða liting í lastinum, var fyri einum óhappi, og lastin við reyða litinum reyk út á vegin. Úrslitið var ein reyður vegur, sum mátti steingjast um náttina fyri at verða reinsaður aftur. Litingin var sambært myndugleikunum vandaleys, men helst órógvaði hon bilførararnar nakað.