Tað líkar ikki turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan, at USA og Bretland í nátt søktu at hernaðarliga houthi-uppreistrarbólkinum í Jemen.
Sagt hevur verið í dag, at lopið varð á 60 mál á 16 ymiskum støðum, og sambært uppreistrarliðnum lótu fimm fólk lív, og seks vórðu særd.
Eitt nú vórðu tomahawk-rakettir brúktar í álopinum.
Houtiarnir hava seinastu tíðina gjørt nógv álop á skip í Reyða Havinum, og sagt verður, at 27 álop hava verið á handilsskip í Reyða Havinum síðani 19. november.
Uppreistrarbólkurin sigur, at lopið verður á, tí Ísrael førir kríggj í Gaza, og USA og Bretland siga seg hava framt álopini fyri at avmarka og fyribyrgja álop á skip í økinum.
Turkiski forsetin heldur ikki nógv um hetta stig hjá USA og Bretlandi og sigur sambært Reuters, at londini við hesum kunnu gera Reyða Havnið til eitt hav við blóði.
Houtiarnir hava lovað hevnd fyri álopini í nátt og siga seg fara at halda fram við álopum á ísraelsk skip og skip, sum hava tilknýti ella vørur til Ísraels.