Reyes fór til gravar í heimbýnum

Fyrrverandi Arsenal- og Real Madrid-spælarin, José Antonio Reyes, fór til gravar í dag.

Fyrrverandi Arsenal- og Real Madrid-spælarin, José Antonio Reyes, sum doyði í einari ferðsluvanlukku leygardagin, fór í dag til gravar í heimbýnum, Utrera.

José Antonio Reyes gjørdist 35 ára gamal. Systkinabørn hansara, Jonathan Reyes og Juan Manuel Calderón, vóru eisini við í bilinum, sum sambært Mundo Deportivo koyrdi heili 237 km/t.

Jonathan Reyes lat eisini lív, meðan Juan Manuel Calderón er innlagdur á sjúkrahús við álvarsligum løstum.

Kistan við José Antonio Reyes var sunnudagin á Ramon Sanchez-Pizjuan, ið er leikvøllurin hjá barndómsfelagi hansara, Sevilla. 11.000 fólk vóru á staðnum og søgdu farvæl.

Jarðarferðin var í kirkjuni Santa Maria de Mesa í dag, har kistan var hjá José Antonio Reyes var íklødd eitt flagg við búmerkinum hjá Sevilla og eitt serligt spanskt flagg.

José Antonio Reyes spældi í ár við Extremadura í næstbestu sponsku deildini. Hann spældi 12 landsdystir fyri spanska landsliðið, sum fríggjakvøldið spælir ímóti Føroyum á Tórsvølli.

José Antonio Reyes var giftur Noelia Lopéz, og saman eiga tey lítlu døturnar Noelia og Triana. José Antonio eigur eisini ein son við sama navni.