Reypaði seg í geglið

Tað vóru sjey fólk tikin fyri rúsdrekkakoyring á ólavsøku. Harav vóru tvey orsøk til ferðsluóhapp.

28. juli kl 6.50 koyrdi ein maður ávirkaður. Hann rendi í ein hýruvogn og rann avstað. Løgreglan visti, hvør maðurin var, men hann goymdi seg. Seinni fortalaði maðurin seg, tá ið hann hevði reypað fyri einum vinmanni um bragdið hjá sær. Ein løgreglumaður, sum ikki var til arbeiðis stóð nær hjá og hoyrdi alla søguna, og hann boðaði vakthavandi frá. Síðani varð maðurin tikin, og ein blóðroynd varð tikin.

Tann 29. juli kl 20.50 rendi ein kvinna á ein parkeraðan bil. Ein annar løgrelumaður, sum hevði frí, sá tilburðin og boðaði frá. Kvinnan var sera ávirkað.

Í morgun kom ein bilur í land frá Norrønu. Viðkomandi luktaði sera illa, og hann blásti promilluna heilt upp á 1,6. Hann hevur allarhelst drukkið seg fullan umborð. Viðkomandi situr nú í varðhaldinum.