Reytt kort eftir dyst

Jón Krosslá Poulsen hevur fingið leikbann í ein dyst, eftir at hann fekk reytt kort eftir dystin móti TB

FC Suðuroy misti sigurin á stokkinum, tá teir sunnudagin spældu 2-2 móti TB í 20. umfari í Effo-deildini. Eftir seinasta bríksl fekk Jón Krosslá Poulsen beinleiðis reytt kort frá Rúna Gaardbo.

 

Kappingarnevndin hevur nú viðgjørt málið, og talan verður um leikbann í ein dystin. Sum skilst, so verður talan um revsing fyri ljótan málburð mótvegis dómaranum og dómarabólkinum í løtuni aftaná, at dysturin varð bríkslaður av.

 

Jón Krosslá Poulsen og FC Suðuroy valdu at klaga reyða kortið, men hava ikki fingið viðhald. FC Suðuroy var á odda 2-0, men í evstu løtu javnaði TB til 2-2 upp á brotsspark. Sostatt verður Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði í dystinum, ikki við í dystinum móti NSÍ sunnudagin.

 

Í reglugerðini hjá fótbóltssambandinum um vegleiðing um leikbann stendur:

 

2. LEIKBANN 1 DYST
Verður vanliga givið fyri brot, ið er fevnt av fótbóltslógini §12, og sum ikki koma undir pkt. 3, 4 og 5 í hesi vegleiðing.

Leikbann 1 dyst verður vanliga givið fyri m.a. hesi brot:
- Brúka munn ímóti dómara
- Brúka ljótan munn ímóti mótleikara, áskoðara ella øðrum
- Endurtiknum brotum av leikreglunum
(Verður givið leikara, sum frammanundan hevur fingið gult kort, og sum seinni ger seg sekan í brotið, sum viðførir seinna gula kortið).
- At fella, halda ella á annan hátt steðga mótleikara í møguligum málmøguleika, ella á veg til slíkan, uttan sjálvur at hava møguleika fyri at fáa bóltin.
- Við vilja at steðga bóltinum við hondini, fyri at steðga mótleikara í møguligum málmøguleika, ella á veg til slíkan.
- Fyri roynd at sparka ella sláa í sambandi við stríð um bóltin.
- Fyri at fella mótstøðuleikara aftanífrá.