Reytt til landsliðsskiparan

Hóast TB var undirmannað tveir triðingar av dystinum, so megnaðu teir javnleik. Samstundis legði GÍ seg einsamalt á odda

Løgmanssteypið

Talan var um eina botn- og eina oddauppgerð í bólki 2 um vikuskiftið.
Botnuppgerðin var á Sevmýru, har TB tók ímóti B68, og einki er at taka seg aftur í, at hetta gjørdist ein bæði spennandi og dramatiskur dystur.
Dramatikkurin kom longu í hæddina eftir góðan hálvan tíma. Eftrir nærdyst við B68-málverjan slerdi Óli Johannesen eftir pólverjanum, og so hevði Niclas á Liðarenda einki annað val enn at taka ostaskorpuna fram.
Beint eftir hetta fekk B68 so lagt seg á odda, tá Mortan Hansen ímillum fleiri TB?arar fekk tamarhald á bóltinum og prikaði í kassan.
TB fall tó ikki í fátt. Teir stríddust manniliga, og undan steðginum vunnu teir seg eisini upp á javnt, tá Martin Østergaard við einum framúr langskoti smekkaði bóltin inn um ein púra prísgivnan Jacek Przylbicki.
Seinna hálvleik var lagt upp til, at B68 skuldi seta trýst á undirmannaða heimaliðið, men hóast trýstið, so eydnaðist teimum ikki at skora. Nakrar góðar møguleikar gjørdist talan um, men TB helt alla tíðina fast, og tað eydnaðist teimum eisini at ogna sær eina stigið.

ÍF dróg aftur svart
Í Fuglafirði tók ÍF ímóti grannunum, sum tað ikki hevur eydnast at vunnið síðani hesir komu í bestu deildina, og heldur ikki hesaferð fekk ÍF nakað á skaftið.
Fyrra hálvleik vóru tað gestirnir úr Gøtu, sum høvdu bóltin meira, men hóast hetta, so megnaðu teir ongan tíð av álvara at seta trýst á verjuna hjá ÍF.
Eftir steðgin kom Krzytof Popczynski sjálvur á vøllin, eftir at bara hevði átt leiklutin sum venjari fyri steðgin, og hetta broytti um spælið hjá GÍ.
Tað eydnaðist teimum eisini at koma á odda, tá Hans Pauli Petersen við handaru stong fekk goða tíð at beina eitt innlegg í málið, men eftir hetta stóð ÍF tó fyri tí mesta.
Teir royndu at trýsta, og fleiri møguleikar spurdust eisini burturúr, men seinasti neyvleikin var tó ikki til staðar. Trýstið gav tó eisini GÍ møguleikan fyri kontra, men tað skuldi eitt fríspark langt inni í yvirtíðini til, áðrenn dysturin varð endaliga avgjørdur.
Karsten Joensen royndi at stilla múrin rætt, men Súni Olsen hevði ikki stundir at bíða eftir hesum, og hann gjørdi tí skjótt av og sendi bóltin í tóma málið.
Sum vera man, so vóru fuglfirðingar ónøgdir um hetta, men tað hjálpti teimum tó lítið. GÍ hevur nú lagt seg á odda í bólkinum, sum teir liggja sera væl fyri til at vinna, men hinvegin er støðan hjá ÍF á ongan hátt vónleys. Komandi dysturin hjá teimum er á Sevmýru, og verður talan um fulla úrtøku her, eru eisini teir væl áleiðis.

TB-B68 1-1 (1-1)
0-1: Mortan Hansen
1-1: Martin Østerbæk

ÍF-GÍ 0-2 (0-0)
0-1: Hans Pauli Petersen
0-2: Súni Olsen