Tað var ein ovurfegin Ári Dam, sum eftir dystin kundi fáa herðaklapp í hópatali frá bæði liðfeløgum og fjepparum. Og hann hevði tað so dyggiliga uppiborið, tí við málmansspæli í serflokki tað fyrsta korterið av dystinum, syrgdi hann fyri at taka sær av stórt sæð øllum, ið slapp inn um verjuna hjá Neistanum.
– Verjan stóð heilt fantastiska væl og tað gjørdi so, at eg sum málmaður eisini kundi standa sera væl. Alt gekk í byrjanini, sum tað skuldi, og eg haldi, at vit allan dystin á tamb høvdu fult tamarhald á, segði málmaðurin, sum nú gleðir seg til at spæla steypafinalu ímóti Kyndli um eina viku:
– Tað kennist heilt ótrúligt, og eg havi ikki ordiliga fatað tað enn. Men eg gleði meg til at spæla finaluna, og tað verður ein feit uppliving!
Gert Hansen, sum var á besta liðnum hjá kollfirðingum fyri fyrstu ferð í meira enn eitt ár, staðfesti eftir dystin, at fyrsta korterið avgjørdi alt til fyrimuns fyri Neistan:
– At teir vóru á odda 10-1, tá eitt korter var farið, sigur alt. Vit kunnu takka okkum sjálvum, tí vit høvdu kjansin. Eg hevði vónað, at vit kundu klára tað, men tað gekk tíverri ikki, segði hann.