##med2##
Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið móti Andorra í fjórða umfari í Nations League. Dysturin verður á Tórsvølli. Ári M. Jónsson, sum spælir við Sandnes Ulf, var ikki úttikin til fyrsta landsliðshópin hjá Håkani Ericson, men nú er yrkisspælarin í næstbestu deildini í Norra við aftur.
- Eg var eitt sindur bilsin, at eg ikki varð úttikin seinast, tá eg nú spæli yrkisfótbólt í Norra, men nú gleði eg meg, sigur Ári M. Jónsson, sum er í kapping við Viljorm Davidsen um plássið sum vinstri bakkur.
Hann hevði ein drúgva skaða í knænum í juni 2018, og tað tók meir enn eitt ár, áðrenn hann av álvara kom fyri seg. Nú gleðist havnarmaðurin um, at hann hevur havt eitt gott tíðarskeið.
- Eg havi spælt nógv í seinastuni og tað hevur gingið væl í seinastuni. Eg haldi eg havi havt nokk av skaðum, sigur Ári M. Jónsson, ið hevur ein dreym um at spæla í bestu deildini í Norra.
- Eg havi ein dreym um at spæla í bestu deildini og okkara mál er at flyta upp, men tað sær torført út í ár. Kanska vit klára uppflytingarspælið. Eg hevði helst vilja flutt upp við mínum felag, tí eg trívist væl her og vit akkurát fingið nýggja leikvøll, sigur Ári M. Jónsson.
##med2##
Føroyar spæla móti Andorra týskvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá klokkan 19. Dagurin verður merktur av landsliðsfótbólti, tí U21-landsliðið spælir móti Montenergo týsdagin klokkan 17. Tað verður landsliðsdámur á FM1 allan dagin. Upptakt til landsdystirnar verður millum klokkan 15 og 17. Síðani verður beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum og A-landsdystinum, umframt 3. Hálvleikur aftaná.
##ms##