Náttúrugripasavnið hevði næstan mist vónina um at frætta aftur frá roysninginum Ára, sum vitjaði í Føroyum.
Sendari varð settur á hann í Føroyum, og til bar at fylgja roysningin, tá ið hann úr Føroyum fór norður um Ísland, eitt sindur suðuraftur og so svam í ein beinan landnyrðing.
Tey boðini komu frá roysninginum 9. apríl, og so hoyrdist einki aftur frá honum.
Men fríggjadagin sendi hann aftur, og tá trígjar ferðir.
Tá var Ári næstan komin upp til Svalbard.
[email protected]