RIB-bátur sleit frá Thorshavn – nú verður sóknast eftir honum

Ein RIB-bátur hjá MS Thorshavn sleit frá skipinum í gjár, meðan Thorshavn var á veg suðureftir.

 

Sambært fráboðan frá Thorshavn verður gitt, at báturin sleit á leiðini við Dalsfles umleið klokkan 14.

 

Leitað varð eftir bátinum í umleið fýra tímar, men leitingin gav einki úrslit.

 

Thorshavn heitir tí á fólk, sum møguliga síggja bátin, um at siga frá.

 

Talan er um ein bláan RIB-bát, sum sæst á myndini.